______________________________________________________________________________
Gerst Limur
Um tú hevur hug at vera limur í Havnar Jazzfelag, so er bert at skráseta teg her: Havnar Jazzfelag – limaskráseting
______________________________________________________________________________
Felag og Endamál
Havnar Jazzfelag varð sett á stovn í 1975 og hevur til endamáls at ”fremja og nøra áhugan fyri tónleiki, serliga jazz, fólk og beat, og at fáa limum sinum eitt fjølbroytt úrval av tónleiki” (úr viðtøkum felagsins). Harafturat hevur Havnar Jazzfelag eisini sum endamál at stimbra føroyska jazzumhvørvið, so at jazztónleikarar altíð hava ein áhoyraraskara at spæla fyri, og ein pall har teir kunna spæla sín tónleik. Havnar Jazzfelag skal vera við til at tryggja, at tað allatíðina verður skaptur nýggjur jazzur í Føroyum, samstundis sum tann ”gamli” jazzurin verður varðveittur og endurnýggjaður.
Fylg slóðini fyri at síggja: Viðtøkur felagsins
______________________________________________________________________________
Vetrarjazzur
Vetrarjazz er ein árliga afturvendandi jazzfestivalur, sum verður hildin í Tórshavn í vikuskiftinum næst mánaðarskiftinum januar/februar.
Havnar Jazzfelag skipaðið fyri Vetrarjazz fystu ferð í 2009 – og hevur skipað fyri festivali á hvørjum ári síðani. Endamálið var tá – og er enn – at kjarnin í einum tílíkum festivali eigur at vera tað lokala tónleikaumhvørvið.
Vetrarjazz hevur seinastu árini ment seg frá at vera eitt lítið lokalt tiltak, sum vardi eitt vikuskifti, til ein vikulangan festival við føroyskum og altjóða jazzi á allarhægsta støði.
______________________________________________________________________________
Regluligt Virksemi
Fyri at røkka hesum endamálið, skipa vit fyri regluligum konsertum og verkstovum. Málið er at hava eitt tiltak um mánaðin ígjøgnum alt árið. Eisini hava vit endurhugsað okkara konsertvirksemi nakað, við at bjóða konsertir á í nýggjum støðum, aðrar tíðir og í øðrvísi samanhangum enn vanligt. Við hesum vóna vit at enn fleiri fáa eyguni upp fyri jazzi, og at geva áhoyrarunum eina góða og sermerkta uppliving.
______________________________________________________________________________
Slóðir
Øll tiltøk hjá Havnar Jazzfelag verða kunngjørd á What’sOn.fo
Les meira um Havnar Jazzfelag, tiltøk okkara v.m. á
Facebook og Instagram
______________________________________________________________________________
Samband
Set teg í samband við okkum við at skriva til: vetrarjazz@gmail.com