Aftaná Eykaaðalfund í 2025 varð nýggj nevnd skipað. Tey, sum komu í nevndina vóru:

Anna Iachino (Forkvinna)

Kristian Blak (Kassameistari)

Rúni Joensen (Nevndarlimur)

Vit ynskja nýggju nevndini bestu eydnu.

Sum tiltakslimir vóru hesi vald:

Ronja K. Andreasen

Jóhann Ólafsson

Bárður Reinert Poulsen

Katrina Olsen, Leivur Thomsen og Nita Staksberg takka fyri seg.

Havnar Jazzfelag hevur til endamál at fremja og nøra áhugan fyri tónleiki, og at bjóða limum sínum eitt fjølbroytt úrval av tónleiki.

Jazzurin leingi livi!

After the extraordinary general meeting in 2025, a new committee was appointed. Those who joined the committee are:

Anna Iachino (Chairwoman)

Kristian Blak (Treasurer)

Rúni Joensen (Board Member)

We wish the new committee every success.

The following were elected as alternate members:

Ronja K. Andreasen

Jóhann Ólafsson

Bárður Reinert Poulsen

Katrina Olsen, Leivur Thomsen, and Nita Staksberg have resigned from the committee.

Havnar Jazzfelg aims to promote and nurture interest in music and provide its members with a diverse selection of music.

Long live jazz!

Havnar Jazzfelag logo transparent

HAVNAR JAZZFELAG

Vit samlast um tónleikin

Endamálið

Endamál felagsins er at fremja og nøra áhugan fyri tónleiki, serliga jazz, fólk og beat, og at fáa limunum eitt fjølbroytt úrval av tónleiki.  Dagliga virki felagsins verður fyristílað av nevnd, sum verður vald á aðalfundi fyri eitt ár i senn. Vikuligar konsertir eru á skrá vegna HJF í Blábar, meðan Vetrarjazz eisini verður fyrireikað árið runt. Festivalurin verður hildin síðstu vikuna í januar á hvørjum ári.

Síðan 1975

Havnar Jazzfelag hevur verið aktivt innan føroyskt konsertvirksemi síðani stovnaði tað í Hoydølum í Novembur 1975. Tað byrjaði við limakvøldum í Hoydølum, síðani flutti yviir til konsertir í gamla klubbanum. Í 1976 byrjaði beinavegin samstarv við útlendskum bólkum, at koma at vitja í Føroyum. Í 1977 útgav Havnar Jazzfelag fyrstu plátuna Jazz í Føroyum, sum seinni bleiv til plátufelagið Tutl. Jazzfelagið hevur havt stóra ávirkan á at onnur tónleikafeløg eru stovnað seinni, so sum Felagið Føroysk Tónaskøld, Fólkatónleikarafelagið og Føroya Tónleikafelag. Í 2009 varð fyrsti Vetrarjazz festivalurin hildin í Føroyum, fyrst yvir eitt vikuskifti við lokalum tónleikarum, men sum síðani hevur bygt seg upp til ein viku langan festival við útlendskum vitjandi eisini. Árligi jazzfestivalurin hevur nú í 15 ár sett ein festligan dám á annars kaldar og keðiligar januar mánaðir.

We gather around the music

The purpose

The association’s purpose is to promote and nurture interest in music, especially jazz, folk, and beat, and to provide members with a diverse selection of music. The day-to-day activities of the Association are managed by a committee, which is elected at the Annual General Meeting for one year at a time. Weekly concerts are scheduled for HJF in Blábar, while Vetrarjazz is also prepared all year round. The festival is held in the last week of January each year.

Since 1975

Havnar Jazzfelag has been active in Faroese concert activities since it was founded in Hoydøler in November 1975. It started with membership nights in Hoydøler, then moved to concerts in the old club. In 1976, collaboration with foreign groups began to visit the Faroe Islands. In 1977, Havnar Jazzfelag released the first album, Jazz in the Faroe Islands, which later became the record label Tutl. The Jazz Society has had a great influence on the later establishment of other music societies, such as the Society of Faroese Composers, the Folk Musicians Society and the Faroese Music Society. In 2009, the first Winter Jazz Festival was held in the Faroe Islands, first over a weekend with local musicians, but which has since built up to a week-long festival with foreign visitors as well. The annual jazz festival has now, for 16 years, put a festive touch on otherwise cold and boring January months.

Myndir frá Vetrarjazz 2025