HAVNAR

JAZZFELAG

Sunnudagin 3. mars kl 17 verður ársaðalfundurin hjá Havnar Jazzfelag í Blábar.

Allir limir kunnu stilla upp at sleppa upp í nevndina.

Gerst limur (ókeypis!) við at skráseta teg heimasíðuni her.

Endamálið hjá HJF er: At fremja og nøra áhugan fyri tónleiki, og at fáa limum sínum eitt fjølbroytt úrval av tónleiki.

Í 2023 hevur høvuðsfokusið verið á hósdagkonsertum í Blábar og Vetrarjazz festivalinum.

Núverandi nevnd er: Kristian Blak, Marianna W. Nagata, Dania O. Tausen, Katrina Olsen, Kristian Pauli Ellefsen og Ólavur Gaard.

Øll nevndin heldur ikki fram komandi ár.

GG! Aðalfundurin er ikki ein eftirmetingarfundur. Allir limir eru vælkomnir at senda eftirmeting, viðmerkingar og hugskot til [email protected] 😊

Vit vóna at síggja so nógv til aðalfundin sum møguligt!

Havnar Jazzfelag logo transparent

Vit samlast um tónleikin

Endamálið

Endamál felagsins er at fremja og nøra áhugan fyri tónleiki, serliga jazz, fólk og beat, og at fáa limunum eitt fjølbroytt úrval av tónleiki.  Dagliga virki felagsins verður fyristílað av nevnd, sum verður vald á aðalfundi fyri eitt ár i senn. Vikuligar konsertir eru á skrá vegna HJF í Blábar, meðan Vetrarjazz eisini verður fyrireikað árið runt. Festivalurin verður hildin síðstu vikuna í januar á hvørjum ári.

Í núverandi nevnd sita: Marianna Winther Nagata (forkvinna / samskifti, Vetrarjazz), Dania O. Tausen (skrivari / marknaðarføring, Vetrarjazz), Katrina Olsen (nevndarlimur / umsóknir), Kristian Pauli Ellefsen (nevndarlimur / konsertir), Ólavur Eyðunsson Gaard (nevndarlimur / konsertir) og Kristian Blak (kassameistari / konsertir)

Síðan 1975

Havnar Jazzfelag hevur verið aktivt innan føroyskt konsertvirksemi síðani stovnaði tað í Hoydølum í Novembur 1975. Tað byrjaði við limakvøldum í Hoydølum, síðani flutti yviir til konsertir í gamla klubbanum. Í 1976 byrjaði beinavegin samstarv við útlendskum bólkum, at koma at vitja í Føroyum. Í 1977 útgav Havnar Jazzfelag fyrstu plátuna Jazz í Føroyum, sum seinni bleiv til plátufelagið Tutl. Jazzfelagið hevur havt stóra ávirkan á at onnur tónleikafeløg eru stovnað seinni, so sum Felagið Føroysk Tónaskøld, Fólkatónleikarafelagið og Føroya Tónleikafelag. Í 2009 varð fyrsti Vetrarjazz festivalurin hildin í Føroyum, fyrst yvir eitt vikuskifti við lokalum tónleikarum, men sum síðani hevur bygt seg upp til ein viku langan festival við útlendskum vitjandi eisini. Árligi jazzfestivalurin hevur nú í 15 ár sett ein festligan dám á annars kaldar og keðiligar januar mánaðir.

Myndir frá Vetrarjazz 2024