Jazzfelagið varð stovnað í Havn 21. november 1975. Millum stovnararnar vóru Kristian Blak o.fl. Í lógum felagsins verður m.a. sagt:
Endamál felagsins er at fremja og nøra áhugan fyri tónleiki, serliga jazz, fólk og beat, og at fáa limum sinum eitt fjølbroytt úrval av tónleiki.
Um limaskap í felagnum verður sagt:
Limir kunnu tekna seg á heimasíðu felagsins og á tiltøk felagsins.
Limir fáa kunning um tiltøk og annað í sambandi við virksemi felagsins.
Limaskapur er ókeypis. Limir hava møguleiki sjálvboðið at taka lut í virkseminum sambart endamál hjá Havnar Jazzfelag.
Aðalfundur verður skjótt!