Open Stage / Open Mic feat. Sissal og Ólavur

Reinsaríið – Mánadagin 23. januar – 8 PM – 10:30 PM

Mánadagin 23. januar er aftur Open stage/Open mic, og hesaferð verða tað Sissal og Ólavur Gaard, ið eru serligir gestir.
Sissal fer at syngja, og Ólavur fer at spæla gittar.

Leggið til merkis, at Open Stage/Open Mic hesaferð er ein mánadag í staðin fyri mikudag sum vant.

Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgusigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt.

Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki. Øll er vælkomin við sínum talentum.

Skráin er hendan:
19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Sissal og Ólavur
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja. Felagið Føroysk Tónaskøld og Okkara stuðla tiltakinum.

Vetrarjazz 2017 – Norðurlandahúsið Í Føroyum.

Ein av høvuðsstuðlunum hjá Vetrarjazz er Norðurlandahúsið Í Føroyum. 4 konsertir og ein verkstova verða í Norðurlandahúsinum í ár. Byrjað verður hóskvøldið 26. januar við Yggdrasil og Sissal, fríggjdagin verður Verkstova v/ Gunnar Halle Kvartett, leygardagin verður fyrst bronsjkonsert við Pauli Poulsen Trio og síðan dupultkonsert við Gunnar Halle Kvartett og Hviskende Varder og sunnudagin verður barnajazzur har Fívlar fara at framføra.

Check: Vetrarjazz kalendar 2017